Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2026 15:17

Meting fyri viku 34, 2026

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Tveir eru á Íslandsrygginum, ein er á Flemish Kap og ein er við Eysturgrønland. Allir fiska mest av toski.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta. Tað verður nakað av útróðrafiski og eisini fer onkur út á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Tríigir eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Allir landa í vikuni. Ein er eystanfyri og fiskar svartkalva og og annan djúpvatnsfisk. Eisini hann landar í vikuni.

Partrolarar: Tvey pør eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu.