Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.08.2025 12:38

Meting fyri viku 34, 2025

Mynd: Eysturoyarportalurin

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Fýra frystilínuskip fiska við Føroyar og so siglur eitt heim av Flemish Kap. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí. Onkur er á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum. Ein landar í vikuni, meðan hin helst landar í aðru viku. Trolarirnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Vantandi fer onkur trolari út í vikuni.

Partrolarar: Trý pør eru úti.