Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.08.2024 11:05

Meting fyri viku 34, 2024

savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin verður harður og veðri verður nakað skiftandi, so vit vantað ikki tað stóra av útróðrafiski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva, tó hevur annar eisini fiska á Íslandsrygginum.  Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiska mest flatfisk og tosk. Báðir landa í vikuni. Helst fer onkur trolbátur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.