Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.08.2024 09:16

Meting fyri viku 32, 2024

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt siglur heim undan Grønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Seks liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður skiftandi, so vit vantað ikki tað heilt stóra av útróðrarfiski.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar kongafisk og ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstm

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tveir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.