Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2025 14:50

Meting fyri viku 27, 2025

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á  Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank. Frystilínuskipini fiska mest av toski og kalva.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Hann landar fyrst í vikuni. Tveir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar.