Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Ísfiskalínuskipið fiskar norðanfyri og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest tosk og hýsu. Seks frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á Flemish Kap og eitt er á Grand Bank. Frystilínuskipini fiska mest av toski og kalva.
Útróður: Streymurin er harður alla vikuna. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Tveir landa vantandi í vikuni, meðan tann triðji helst ikki landar fyrr enn i aðru viku. Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva.