Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuni. Tvey frystilínuskip eru á Flemish Kap og eitt er á Grand Bank. Frystilínuskipini fiska mest av toski og kalva. Hini liggja við bryggju, men vantandi fara nøkur avstað í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Báðir landa fyrst í vikuni. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva við Føroyar.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí.