Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Ísfiskalínuskipið er til fiskarí og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Føroyar og fimm eru á Flemish Kap . Frystilínuskipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Nøkur landa í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Tveir er í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni. Tveir eru á Íslandsryggin at fiska tosk. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva við Føroyar.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.