Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.05.2026 13:52

Meting fyri viku 22, 2026

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið fiskar tosk og hýsu og kemur at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Eysturgrønland og tvey við Føroyar. Nøkur hava nýliga landa og fara helst avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður alla vikuna og veðri sær út til at blíva gott teir flestu dagarnar, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Tveir fiska svartkalva. Allir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni.