Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 14:38

Meting fyri viku 16, 2026

Savnsmynd (Eyp.fo)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer út veðri batnar  Fýra frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Tvey eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður eitt nakað av útroðri.

Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva og koma at landa fyrst í vikuni. Tveir liggja við bryggju, men helst fara teir út skjótt.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Tveir eru til fiskarí norðanfyri.