Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2026 20:56

Meting fyri viku 15, 2026

Savnsmynd. Eyp.fo

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri, landar vantandi síðst í vikuni.  Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Eitt er við Eysturgrønland. Eitt er ávegis til Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður alla vikuna. Veðri verður skiftandi, so tað verður eitt sindur av útroðri.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og tríggir eru á djúpum vatni og fiska svarkalva og annan djupvatnsfisk.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. fleiri landa í vikuni.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann kemur at landa síðst í vikuni.