Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.05.2025 09:59

MEST loyst risa uppgávu

Mynd: MEST

MEST

Fyrsta føroyska skipið við Tier III-góðkenning – har arbeiðið er gjørt í Føroyum

MEST hevur loyst eina risastóra uppgávu fyri farmaskipið Vermland!

Vit hava júst framt eina umfatandi umbygging av Vermland – og hetta er fyrstu ferð, at eitt skip fær ísett SCR-eindir til Tier III í Føroyum. Hetta merkir, at skipið nú livir upp til altjóða krøv um reinari útlát.

Skipið, sum áður var kent sum Arklow Cadet og varð rikið við tungolju, er nú umbygt og dagført. Hetta hava vit gjørt:

• Monterað 3 nýggj Volvo Penta generatorsett (500 kW hvør)

• Uppsett serligar SCR-eindir, sum minka NOₓ-útlátið

Hetta merkir, at skaðilig evni verða broytt til vanliga luft og vatn – ein grønari og betri loysn!

Samstundis varð ein umfatandi umbygging og dagføring framd av skipinum, sum nú er partur av føroyska flotanum. Arbeiðið fevndi m.a. um:

• Nýggja el-skipan og el-talvur

• Hekku- og bógskrúvur

• Víðkan av brúnni og innilokan í bæði borð

• Uppseting av nýggjum travers

• Koyribana gjørdan á lastalúku

• Uppstigan av messuni

• Nýggja PMS-, alarm- og DP-skipan

Vit eru errin av hesum arbeiðinum og takka reiðarínum fyri álitið.

Ein stórur dagur fyri MEST – og ein týðandi dagur fyri burðardyggu sjósøgu Føroya!

Spjaldur