Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.08.2025 16:14

Mentanarnevndin vitjaði fornminni og Gamla skúla

Mynd: Eysturrkommuna

Eysturkommuna

Fyrsti regluligi fundur í Mentanarnevndini eftir summarsteðgin var mánadagin, tá nevndin eisini var á rundferð í Leirvík fyri at kunna seg nærri um viðurskiftini á trimum søguligum støðum, sum arbeitt verður við.

Bønhústoftin meira atkomulig

Byrjað varð við Bønhústoftina, har gingið varð eftir nýggju gøtuni, sum er løgd rundan um hana, samstundis sum atkomuligheitin frá vegnum er tryggjað. Arbeitt hevur verið í eina tíð við at fáa hetta fornminni meira sjónligt og atkomuligt, og alt er gjørt í samstarvi við Tjóðsavnið.

Lendisarbeiðið varð liðugt beint fyri summarfrítíðina, og í næstum verður bonkur settur upp í økinum, eins og ein kunningartalva, sum skal greiða eitt sindur nærri frá um hetta serstaka fornminni, vit eiga í Leirvík.

Umrøtt varð, hvussu bygdafólkið nú fær enn størri gleði av Bønhústoftini, og hvussu hon við gøtum kann knýtast enn betur saman við øðrum vitjanarverdum støðum í bygdini. Í hesum sambandi varð eisini umrøtt, hvørjir møguleikar nú harumframt eru at nýta hetta økið meira í ferðavinnuhøpi.

Vitjaðu í og uttan um Gamla skúla

Síðani varð farið til Gamla skúla, sum umframt at vera fyrsti skúlabygningur í Leirvík (frá 1883), eisini hevur tænt sum Losja og sum savningarstað eina tíð, tá missiónin byrjaði sítt virksemi í bygdini.

Hugt varð eftir hølunum og serliga loftinum, sum nú eisini er sett í stand, og mett varð um ymiskt, sum hølini kunnu nýtast til innan mentanarøkið. Nevndin hugdi nærri at uttanumøkinum, nú samtykt er at gera vesibygning. Peningur er játtaður til endamálið, so nú líður væl, til Gamli skúli veruliga kann koma til regluliga nýtslu aftur, nú heystið nærkast við ferð.

Atkoma til útgrevsturin á Toftanesi

At enda varð vitjað í økinum kring útgrevsturin á Toftanesi, tí tað er eingin loyna, at her treingir til at skipa atkomuligheitina betri, bæði fyri fólk til gongu og fólk, sum koma við bili ella bussi. Hugt varð at ymsu matriklunum í økinum, gøtum, virksemi, parkeringsmøguleikum o.a.

Nevndarlimir og skrivari skiftu orð um staðbundna mentanararvin, og hvussu bæði vit sjálvi og gestir í bygdini betur kunnu fáa gleði av slíkari mentanarligari perlu, tá praktiskir batar eru framdir. Semja var um, at nógv ymiskt týdningarmikið virksemi er í økinum, og um at hesin parturin av Leirvíkar bygd nú eigur at verða raðfestur sum øki.

Gagnlig kunningarferð

Samanumtikið ein áhugaverd og kveikjandi kunningarferð ígjøgnum søguligar perlur í Leirvík, har dentur var á at bøta um ymiskt, sum vantar í, so mentanararvurin kann vera til enn størri gleði og gagn.

Niðanfyri eru fleiri myndir av túrinum.