Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum ynskja at bjóða øllum at koma á gátt á mentanarnáttini 7. juni.
Vit eru eitt nýtt aðalráð, sum millum annað hýsir Barnaverkætlanini, sum hevur sum visión, at Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
Til dagin hava vit fingið Steintór Rasmussen og børn úr Klaksvík at syngja fyri okkum, og eisini koma Danny & The Veetos duo at spæla.

Umframt konsertir verður møguleiki hjá børnum og ungum at luttaka í verkstovum – “Tað góða barna- og ungdómslívið”, og rundvísing verður í ráðnum.
Vit vóna, at ordiliga nógv børn og vaksin koma at vitja okkum, og høvi verður eisini at heilsa upp á landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen.
Øll børn fáa eina gávu umframt okkurt gott til góman. Tey vaksnu fáa kaffi og okkurt søtt.
Vit síggjast!