Ongantíð áður hava vit havt so stóran tørv á at seta sjóneykuna á føroyska matframleiðslu og føroyskar rávørður, sum nú. Yvirskipaða endamálið við matmarknaðinum er at virka sum sýnisgluggi fyri føroyskar vørur og gera hesar atkomuligar.
Okkara egnu stuttfluttu vørir hava ein vaksandi týdning og tað er ein frægd at síggja fleiri og fleiri føroyskar rávørir til keyps.
Vit savna alt føroyskt tilfeingi innan matmentan á einum stað og geva møguleika at skilja, smakka, snakka og keypa. Marknaðurin er bæði ætlaður stórvinnu, smávinnu, einstaklingum og smærri sum størri átøkum.
Hvør luttakari fær eitt ávíst pláss tillutað, við møguleika fyri at lýsa hvørji tit eru, hvørjar vørur tit framleiða, smakkiroyndir til tey vitjandi og sølu av tykkara vørum.
Vit bjóða ein fjølbroyttan matmarkna við alskyns vørum.
Vit leggja upp til at leiðslan á einstøku fyritøkunum ella fólkini aftanfyri mattilfeingið ganga undan, við sjálvi at greiða frá, hagreiða og bjóða brellbitar.
Vit skipa fyri, at tit øll fáa básar, líkir teimum vit hava brúkt undanfarin ár.
Vit skipa fyri at ruskviðurskiftini eru í lagi, at øll fáa reint, rennandi vatn og eru klár at samskifta nærri við tykkum um goymslupláss við meira.




