Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2025 18:47

Mentanardagarnir í Fuglafirði: Beserk føroysku víkingarnir

Fuglafjarðar Bókasavn

Tað er við gleði at vit aftur kunnu taka ímóti BERSERK og bjóða teimum at tinga í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.

Skipað verður fyri ymiskum stuttligum og læruríkum leikum og handverki bæði fyri vaksin og børn. Kom og ven teg í hesum, tí mann veit aldrin, nær mann kann fáa brúk fyri hesum eginleikum!

Klokkan 15 byrjar Tingið.
Tú verður biðin at møta á tingi at hjálpa okkum at loysa eina ósemju!

Statt við oddamann tín og kappast fyri hann! Hevur tú ikki hug at kappast, kom so og HEPPA á tann betra bólkin. JAAAAAAA!!! 

Tað er læruríkt, spennandi, stuttligt og ørvísi at royna seg sum víking.

Býr ein víkingur í tær? Sjálvandi!? Vit eru øll VÍKINGAR!