Dussur & heimabakstur frá álvunum í Regnskjólagøtuni
Fríggjkvøldið frá klokkan 21.00 bjóða álvarnir í Regnskjólagøtuni drekkamunn – duss og góðar køkur afturvið. Hetta er sjálvandi ókeypis til øll sum hava hug at seta seg niður og njóta løtuna undir teimum mongu litríku regnskjólunum.
Seinni spælir Sámal Ravnsfjall og síðani verður felagssangur
Sámal Ravnsfjall syngur og spælir í Regnskjólagøtuni
Fríggjakvøldið 5. september klokkan 22.15 fer einastandandi góði trubadururin og tónleikaskaldið hjá føroyingum Sámal Ravnsfjall at spæla og syngja í Regnskjólagøtuni.
Fyrst spælir og syngur Sámal Ravnsfjall teir góðu kendu “slagararnar” og síðani fer hann at føra okkum inn í góða og festliga felagssangin undir regnskjólunum saman við Njal og Fuglafjarðar Harmonikufelag.
23.00 Regnskjólagøtan: Felagssangur við Sámal Ravnsfjall saman við Njal og Fuglafjarðar Harmonikufelag
Tað verður eitt gott fríggjakvøld á Mentanardøgunum í Fuglafirði.
Felagssangur í Regnskjólagøtuni
Frálíki felagssangurin verður sjálvandi aftur í Regnskjólagøtuni.
Í ár verður vit leidd inn í felagssangin samanvið Sámal Ravnsfjall, Njal og Fuglafjarðar Harmonikufelag.
Tað verður eitt gott fríggjakvøld á Mentanardøgunum í Fuglafirði.

