Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2025 18:50

Mentanardagar í Fuglafirði: Kom ein túr á bókasavnið og fær eina løtu niður í fer

Fuglafjarðar Bókasavn

Kom til eitt hugnaligt og áhugavert prát fríggjakvøldið 5. september klokkan 17.30, um yrkingasøvn og ársins vinnandi monolog hjá Svannu Jákupsdóttir, sum Rønn Eliasen, mentanarleiðari, fer at práta við.

Svanna útgav fyrsta yrkingasavn sítt, Oyðilendi, í 2022 og í 2024 kom seinna yrkingasavn hennara, Yvir um ferð, út og 25. apríl í ár fekk Svanna Jákupsdóttir fyrstu virðirløn fyri monologin um Stovnsrøkt.

Svanna Jákupsdóttir er útbúgvin sálarfrøðingur og arbeiðir millum annað við narrativari terapi, ið leggur dent á, hvussu menniskju skapa og siga frá søgum um lív sítt.

Vit bjóða sjálvandi ein drekkamunn afturvið prátinum. 🙂

Verið vælkomin á Fuglafjarðar Bókasavn og á Mentanardagarnar í Fuglafirði 2025