Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2022 08:17

Mentan – Hellurnar eru av yngstu bygdunum í Føroyum – nú búgva einans tólv fólk í bygdini

Myndir: Vagnur Michelsen/Bókin

Skriva: Vagnur Michelsen

Havi seinnu nógvu árini havt áhuga í bygdasøgum, sum eru skrivaðar nógvar um landið. Kom fram á forvitnisligu bókina Hellurnar – ein niðursetubygd, sum Helena Samuelsen skrivaði í 1999 í sambandi við, at bygdin fylti 150 ár.

Helena traðkaði sínu fyrstu barnaár á Hellunum, tá familjan so flutti til Fuglafjarðar. Eftir at bókin var lisin, gekk leiðin í vikuni til Hellurnar til tess at forvitnast, hvat tú hevði lisið um og sæð á nógvu frálíku myndunum í bókini. Hevði bara einaferð áður verið á Hellunum fyri nú nógvum árum síðani. Løtan á Hellunum gjørdist hugtakandi og áhugaverd.

Tað kann tykjast løgið, at ungu hjúnini Jens Jensøn ættaður úr Lamba og Rachel Petersdatter úr Vági í 1849 seta seg niður á Hellunum eitt so fjarskotið stað, har eingin vegur var til Oyndafjaðrar ella aðrar vegir, og at tað tók minst tíma at ganga um Skarðið til Fuglafjarðar. Jens og Rachel bygdu sær hús og búleikaðust einasmøll á Hellunum í tíggju ár, men næstu tíggju árini løgdust átta familjur aftrat, so í 1870 búðu níggju familjur og 37 fólk á Hellunum.

ær vaska saltfisk, sum kom úr Fuglafirði og Klaksvík. Nakað var eisini turkað á helluni. Sildagørnini hanga til turkingar.

Hetta vóru alt giftir menn tríggir lambamenn, tríggir oyndfirðingar, ein toftamaður, ein funningsmaður og ein fuglfirðingur við familju. Tú kundi spurt, hvat hesi fólkini livdu av, tí fleiri áttu ikki jørð, men kundu tó velta sær eplini og skera sær ársbrenni av torvi. Tey livdu fyrst og fremst av tí, sjógvurin gav.

Nógvir menn fóru umborð á sluppurnar á Suðurlandið um várið, hildu á um summarið og vóru heima um veturin. Teir róðu eisini út við árabátum og seldi fiskin í Klaksvík og Fuglafirði. Kvinnur vaskaðu eisini saltfisk, sum kom úr Klaksvík og Fuglafirði til bygdina at reinsa og vaska, sum mynd í bókini sum væl boðar frá.Tær kókaðu eisini livrar í lýsipotti at selja av bygdini.

Handilin læt aftur í 1976

Tað var ikki fyrr enn í 1930, at vegur var útstungin millum Hellurnar og Oyndarfjørð, har teir arbeiddu veg bæði frá Oyndafirði og Hellunum. Alt arbeiðið var gjørt við handamegi, tó at nakað mátti spreingjast. Í 1968 kom so vegurin um Helvtina til Skálabotn.

SEV kom til Hellurnar í 1955, og hetta gjørdist sjálvandi stórt framstig og betraði livikorini í húsarhaldinum. Eisini áhugavert at lesa um skúlasøguna á Hellunum. Hetta, at lærarar vóru settir at arbeiða í Fuglafirði, Lorvík og Hellunum, har teir ferðaðust ímillum bygdirnar og høvdu skúla nakrar vikur í senn. Tá skúlabørnini á Hellunum vóru fleiri enn tjúgu børn, var skúli bygdur í 1923. Í 1965 var skúlin á Hellunum tó niðurlagdur, og børnini komu at ganga í skúla í Oyndarfriði.

Hitti mann á Hellunum

Ì 1935 búðu flest fólk á Hellunum, og vóru tey tá 85 fólk. Eingin ivi er um, at so hvørt sum føroyska samfelagið broyttist serliga eftir kríggið, komu útoyggjarnar og útjaðarin at svíða. Eisini Hellurnar. Frá 1960 minkar fólkatalið á Hellunum so líðandi, og tá bókin var skrivað í 1999 búðu 32 fólk í bygdini. Broytingartíðin í samfelagnum gjørdi, at stóru bygdirnar og býirnir við vaksandi fiskiflota og øðrum vinnugevandi arbeiði høvdu meira at bjóða. Tí fluttu bygdarfólkið til hesi pláss, og fólkatalið minkaði á útoyggj og smáu bygdunum.

Sýnist at vera stórt virksemi á smoltstøð á Havnarbø. Eisini nógvir aliringar at síggja á fjørðinum

Henda váta illfýsna regndag á Hellunum hitti eg eldri mann, sum er av Syðradali á Kalsoynni og sum giftist til Hellurnar sum tjúgu ára gamal. Hann segði mær, at nú búgva einans tólv fólk á Hellunum og einki er skúlabarnið.

Niðri við støðna var tú vitni til, hvussu torført er at flota bát á summum ættum. Ikki hugsingur henda dagin, tí hann var vestan í ættini og nógvur vindur, og tá er nógvur súgur við dráttin.

Ikki var mangan lætt á flota bát, og henda dagin var nógvur súgur í dráttinum og ikki hugsingur um at draga bát úr neysti.

Maðurin segði mær, at tað var tann tíð, tá nógvur seiður var at fáast, og tú kundi altíð fáa tær á pannuna við tráðuni. Menn kastaðu á sinni eisini nót og settu sildagørn, men nú er seiður ikki sæddur í átta ár,  segði maðurin.  Tá kom mær til hugs, at uppsastovnurin um Føroyar er jú munandi minkaður munandi seinnu árini. Røddir eru frammi, at tað er seiðayngulin við land, sum ikki trívist og má víkja fyri øktu laksaalingini kring landið.

Vøkur varðveitt gomul hús á Hellunum.

Ávegis aftur av Hellunum reikaðu tankarnar um, at ikki gjørdist lætt at búgva á Hellunum, har bæði kona og maður kanska arbeiða onkrastaðni á Skálafjørðinum ella í Havn, og børnini kanska skuldu til ymisk ítrív allar tímar á degnum. Samfelagið er nógv broytt seinnu hálvhundrað árini og stór miðsavnan er farin fram, og tá er ikki lætt hjá plássum sum Hellunum at fóta sær.

Ein serlig áhugaverd upplýsing er í bókini. Katrina Sofía Anthoniusen var ljósmóður í Fuglafirði árini 1909-1954, og tað var ikki so heilt sjáldan at hon var Hellunum. Frá oktober 1932 til november 1945 tók ljósmóðirin ímóti seytjan gentubørnum á Hellunum, og einki var dreingjabarni føtt í bygdini hesi trettan árini. 

Væl røkt hús á Hellunum. Og tú sært, at endar eru laðaðir við gróti .
Mynd tikin á Oyndarfjarðarvegnum.