Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2025 00:13

Mennandi kapping fyri ungu Badmintonleikararnar

Mynd: Badmintonsamband Føroyar

Badmintonsamband Føroyar

Sum liður í at menna ungar leikarar, hevur BSF hetta vikuskiftið sent unga U15 landsliðið til kapping í Farum. 

Í BSF vita vit at leikararnir møta sterkari mótstøðu, men hóast tað, so hava okkara ungu leikarar fingið góðar og læruríkar dystir. Hetta er liður í at venja seg við at kappast uttanlands, og at spæla móti ókendum leikarum, alt nakað ein sum ungdómsleikari kann taka við sær til aðra kappingar bæði herheima og uttanlands.

BSF ynskir ferðalagnum góða ferð heim aftur til Føroyar

Við á U15 landsliðnum eru: 

Óðin Eldevig 

Sólfinnur Funding Luid 

Jónas Festirstein Dam 

Bóas á Reynatrøð

Páll V. Laksáfoss 

Johannus Lamhauge 

Hákun Thorkilshøj

Magnus Akselsson 

Silas Restorff

Nóa Lisberg 

Tóra Erlandsdóttir

Brynja á Borg

Arnfrið Ólafsdottir Dam

Ferðaleiðarar eru Rúna Jakobsen og Elsa Thorkildshøj. 

Venjari er Aksel Poulsen.