Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2025 12:17

Men, – tað ber til !

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

-hugleiðingar við Toftavatn eitt summarkvøld

Røða, sum Marjun Niclasen helt á tiltakinum Summarkvøld við Toftavatn 2025

Árið var 1977! 
 
Tað var summar – sum nú. Eg sat á baksetrinum í einum reyðum Ladabili og hugdi út í gjøgnum bilrútin. 
 
Sólin skein oman og niðan og Skálafjørðurin blikaði. Tað var pápi mín sum elskaði at koyra biltúrar, og ein vakran summardag legði hann leiðina inn á Skálafjørðin. Tað var fyrstu ferð eg var um hesar leiðir. Var tá 10 ára gomul. 
 
Øki, bygningar, handlar – alt var øðrvísi – men hitt vakra Toftavatn var tá sum nú hitt sama – hetta var áðrenn góða gøtan um Innaravatn varð gjørd. 
 
Næstu túrarnir inneftir hendanvegin vóru annaðhvørt tá ið eg viltist á veg inn á  Kambsdal, til Klaksvíkar ella til Selatraðar (skomm at siga frá).
 
– Ella seinni, tá ið eg skuldi ørindi inneftir í ein specialhandil.  Tí tað er herinni, at røttu knapparnir, møttrikarnir, serstøk radio, húkar og annað forkunnugt kundi keypast. – Tí herinni var ikki mainstream! 
 
Men. At kenna hvønn krók í Føroyum út frá “gefühl” – ella við at brúka mín Pippihugburð – sum er – “Eg kenni ikki leiðina – men finni nokk”, tað gongur ikki í longdini – og slettis ikki um tú arbeiðir innan ferðavinnuni. 
 
Nógv visti eg um onnur støð, men hetta økið var nýtt. Forvitnisligt! Kortini var eg til setanarsamrøðuna til stjóra á Kunningarstovuni í Runavík ikki heilt blonk! 
 
Tó – eg kendi meg eitt sindur sum nýføðingin – sum Jóanes Nielsen skrivar um í yrkingini “Til Boga og allar nýføðingar – ja, sum ein nýføðing, ið hyggur út í gjøgnum vindeyga fyri fyrstu ferð. Bilrúturin í Ladabilinum hjálpti eitt vet – men ikki so tað munaði. 

Uttanfyri vindeyga – í ferðavinnubrillunum sjálvandi – rennur tú teg fyrst av øllum í hegnpelar, bøkkar, hagapartar, gyllin, skinn, merkur og tal av áseyði. 
 
Tað royndi eg so at seta meg inn í, men hevði eg ikki havt hina dugnaligu Herbjørg undir lið mínari – hevði eg verið lost. 
 
Tí hvussu kunnu gyllin og bøkkar ganga hond í hond við ferðavinnu, vælveru og  natúruupplivingar? 
Men, – tað ber til! Tað hava tit megnað her við Toftavatn. Snotuliga gøtan ber brá av samstarvi, tá ið tað er best. 
 
Gøtan býður fólki og ferðafólki at vera vælkomin, so at øll kenna seg væl, tí hon er fevnandi og rúmlig. 
 
Vakra nátúran, fuglalívið, blómurnar, skónirnar og grótið eru eitt stórt ríkidømi. 
 
Anette Sonne lærdi meg so mikið nógv um at hava virðing fyri skón, soppi og mosa, at vit saman gjørdu framsýningina um skónir við Toftavatn – ein sera lærurík tíð, sum eg eri takksom fyri. 
 
Framsýningin skuldi takast niður aftur eftir eina viku, men gjørdist so mikið áhugaverd, at hon stóð uppi í nøkur ár, ja, ger tað enn.
 
Uttanfyri vindeyga…….sá eg áir, vøtn, løkir – likkur og aðrar fuglar sum sveimaðu. Fantastisk fragd fyri eyga – og siroppur fyri sálina. 
 
Men tess meira eg hugdi út í gjøgnum vindeyga, sá eg bygdir, støð, vøtn, bygdahús, og síðan hoyrdi eg fótafetini og málið í gentunum og teimum gomlu originalunum – tey vøkru, vitugu og veruleikanæru fólkini. 
 
Eg royndi at lurta væl og vitja ofta, tí her vóru søgurnar og fólkini. Hetta er ríkidømi.

Eg havi havt manga góða løtu við at vitja av Tinghellu til Førjaklett, av Ytra Skála út á Raktanga, av Svangaskarði út á Torkilsheygg, út til vindmyllurnar og aftur inn á Toftavatn. Hvar ið eg enn fór – hitti eg framúr fitt og søgufróð fólk. Frásagnir – ja hetta er lívið.

Eg lat stilettirnar, Café-Latte pappkoppin og dýnujakkan liggja eftir á skrivstovuni – og áðrenn eg fekk hugsaðmeg um, sat eg í gummistivlum og skipstroyggju og drakk kaffi úr einum plastikkkoppi og át buturav einum citrónmána í onkrum túni, fjósi ella bygdarhúsi. 
 
Frásagnir snúgva seg ikki bara um hetjuna, men um heildina – fólkið, felagsskapin, relatiónir og lívið. 
 
Frásagnir eru ikki bara undirhald. Tað er ein grundleggjandi partur av at vera menniskja. Tað er okkara mentan.  
 
Vit deila øll søgur; – um familju, arbeiði og okkara upplivingar. Vit vísa til sagnir, ævintýr og persónar úr staðbundnumøkjum.

Søgurnar hava virði – bæði fyri okkum og tey ferðafólk ið her vitja. 
 
T.d. tá ið Óla Kristian greiðir frá um ullina og familjufyritøkuna á Torkilsheygsgarði, Anette um lyng og blómur, Dánial Martin sigur søguna um áhugaverda bátin í Elduvíkar kirkju, Annfinn um Marmennilin ella Eleina um barnaárini sum smágenta í Elduvík, Piddi og kompaníið á verkstaðnum í Søldarfirði um handverk og list, røvarasøgurnar umborð Grinkili o.s.fr. – eg kundi hildið á fram.

Frásøgn er ein grundleggjandi partur av at vera menniskja.

Í mínum dagliga yrki, í Filmshúsinum, havi eg ta stóru gleði, at hoyra søgur og um staðbundnar mentanir hvønn dag. 
 
Orðini eru kynstur, søgan er list og allur filmurin endar sum listarverk – men eisini ein søluvøra.

Men eg síggi, at tær søgur sum fólk leggja til merkis  – eru tær lokalu. Tær skiljast globalt – men tær eru lokalar.

Tá er tað at eg leni meg afturá, og hugsi um mín fyrsta túr í reyða Ladabilinum – ta ferðina, tá ið eg hugdi út gjøgnum bilrútin. Tá sveima mínir tankar aftur til økið herinni – tí tað var her eg sá veruliga virði í søguforteljing.

Hvat eru vit ikki rík.

Eg fari at takka fyri meg og ynskja øllum eitt gevandi kvøld víðari og eitt gott summar.

Marjun Niclasen