Ein av føroysku útisetinum, A-landsliðsleikarin við 30 landsdystum á bakið, Meinhard Egilson Olsen, leikti sín seinasta dyst fyri norska Mjøndalen IF tann 30. november.
Tað hendi, tá ið hann og liðfelagirnir vunnu seinna upp-og niðurflytingardystin á útivølli móti FK Jerv og harvið eisini tryggjaðu sær sætið í norsku 1. deild, OBOS-ligaen.
Eftir trý kappingarár í Mjøndalen IF, og sáttmálin gingin út, hevur Meinhard takkað fyri seg og er nú í ferð við at finnna sær nýtt felag. Hetta váttar hann fyri norska miðlinum Drammen Tiende, sum hevur gjørt samrøðu við hann eftir at kappingin endaði í Norra.
Og tað er eisini Drammen Tiende, sum hevur kosið Meinhard Egilson Olsen, at verða Ársins leikara 2024 í Mjøndalen IF. Hann fekk 5,89 stig í miðal pr dyst, sum var klárst best. Næstur honum var málverjin, Thomas Kinn, við 5,53 stigum í miðal.
Við norska miðlinum, sigur Meinhard: “At hetta er eitt gott minnið at fáa, tí hann hevur ikki vunnið so nógv av tílíkum slag áður. Tað er deiligt at fáa eina tílíka viðurkenning. Tað merkir sera nógv fyri meg. Og hetta er eisini felagið eg havi verið longst í.”
Í løtuni er Meinhard í feriu og fer síðani til Føroyar at halda jól. Hann váttar eisini, at hann hevur stórar framtíðar ambitiónir og at eitt felag í Skandinavia er í løtuni uppá tal.
Deil á Facebook