Skála Ítróttarfelag skrivar:
Treytað av at øll loyvir fáast uppá pláss, kemur Maxwell aftur at spæla við Skála hetta kappingarárið.
26 ára gamli Maxwell er úr Nigeria. Sambært Transfermarkt, leikti hann við felagnum Enyimba Aba í heimlandinum, áðrenn leiðin gekk til Noregs at spæla fótbólt. Í Noregi umboðaði hann fyrst Sandnes Ulf og síðani Skeid, áðrenn hann tíðliga í 2024 kom til Føroyar at spæla fyri 07 Vestur.
Seinnu helvt av 2024 leigaðu vit Maxwell frá 07 Vestur. Maxwell skeyt fimm mál í tíggju dystum fyri Skála. Í fjør leikti Maxwell fyri CS Gloria Bistrița í næstbestu deildini í Rumenia.
Vit gleða okkum at síggja Maxwell aftur undir Mýruhjalla.
