Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.02.2026 09:25

Matvøru yrkisútbúgvingar á TSK

Mynd: TSK

Tíðindaskriv/ Matvørubreytin TSK

Matvørubreytin fremur broytingar í skúlaskeiðunum til kokkaútbúgvingina

Fulla kokkaútbúgving í føroyum

Kokkaútbúgvingin í Matvørubreytini TSK hevur ment seg nógv seinnu árini og í juni í ár verður fyrsta sveinaroyndin í kokkaútbúgvingini hildin. Sostatt fáa vit á fyrsta sinni kokkar, ið eru útbúnir heilt og fult í føroysku læru- og skúlaskipanini.

1.skúlaskeið tvær ferð árliga

Í framhaldandi strembanini eftir at víðka um møguleikarnir og styrkja um matvøruyrkið í føroyum, eru nú ávísar broytingar framdar á skúlapartinum. 1.skúlaskeið(grundskeið) byrjar nú tvær ferð árliga t.e. í august og í januar. Skeiðið er í 20 vikur.

1.skúlaskeið í TSK gevur atgongd til fleiri matvøru útbúgvingar

Umframt kokkaútbúgving, gevur 1.skúlaskeið í Matvørubreyt nú eisini víðari atgongd til útbúgving innan: Kondittara, bakara, tænara, gourmét-slaktara og føðsluatstøðara(ernæringsassistent). Tó má lærlingurin taka annað, triðja og fjórða skúlaskeið til hesar útbúgvingar í Danmark.

Meir kunning til

OPIÐ HÚS á TSK leygardagin 21. februar frá kl. 10-14, Mýrivegur 2, Klaksvík, ella á www.tsk/matvørubreytog umvegis teldupost til andrasj@tsk.fo . 

Í appini ”útbúgvingar” er eisini møguligt er at lesa um kokkaútbúgvingina, umframt áður nevndu útbúgvingar innan matvøruyrkið.