Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2025 14:52

Máttu taka leysar plátur undan loftinum

Sløkkiliðið í Eysturkommunu, mátti í dag inn í Leirvíkstunnilin at taka nakrar plátur undan loftinum, sum hingu leysar og vóru ein vandi fyri ferðsluna.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð at neyðugt hevur verið at tryggja loftið fyri leysar plátur í hesum tunnilinum.

Fyrst í juni í ár var boð eftir sløkkiliðið, tá ið ein leys pláta hekk leys og sveiggjaði.

Les eisini: Pláta hekk leys í tunnilsloftinum