Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2024 21:32

Mars tók í botn og stóð fastur

Mynd: Eysturoyarportalurin

Fiskiskipið Mars, sum er hoymahoyrandi í Sandavági, tók í botn, uttanfyri molan í Norðragøtu í kvøld.

Skipið varð bert inni og setti ein av mannskapinum av, men kom ov tætt at kaiinni og kom at standa fastur á einum lítlum sandbakka.

Ein alibátur kom honum til hjálpar, og eftir einar 30 minuttir, við nakað av togan aftur og fram, eydnaðist at fáa hann leysur aftur. Og kundi hann sjálvur sigla avstað aftur til fiskiskap.

Myndir: Eysturoyarportalurin