Skála ÍF
Markus Isaksen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála ið er galdandi til og við kappingarárið 2026.
Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at Markus Isaksen, okkara ungi og evnaríki áleypari, hevur longt sáttmálan við Skála ÍF!
Markus hevur víst stóran framgang og stríðsvilja á vøllinum, og vit gleða okkum at síggja hann halda fram við at menna seg og geva sítt íkast fyri liðið komandi tíðina.
“Eg trívist væl í felagnum og eri klárur at arbeiða hart fyri at hjálpa Skála til góð úrslit,” sigur Markus.