Sjóvar kommuna
Í morgin, sunnudagin 16. novembur kl. 14.00 – 18.00 verður marknaðardagur í bygdahúsinum á Strondum.
Marknaðardagurin er sera væl umtóktur bæði millum sølufólk og vitjandi. Seinnu árini hevur verið fullteknað við borðum ið hava selt alskins vørur, og sera nógv fólk hava vitjað marknaðin.
Í ár er einki undantak, tí 26 ymiskir básar hava boðað frá luttøku. Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te og okkurt gott til matna.
Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin. Minnist til reiðan pening
