Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2025 22:24

Mark og Jórun venja 2010 genturnar

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

HSF hevur sett Mark Lausen-Marcher og Jóruna Ludvig at standa á odda fyri 2010-landsliðnum hjá gentum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2010 og 2011.

Mark Lausen-Marcher er ítróttastjóri í HSF og, umframt at hava vant bæði menn og kvinnur í H71, hevur hann eisini vant fleiri av ungdómslandsliðunum seinastu árini. Jórun Ludvig spældi í nógv ár á besta kvinnuliðnum hjá Kyndil, hon hevur eisini vant fleiri ungdómslið og nú seinni kvinnuliðið hjá Tjaldur.

Genturnar vóru í Íslandi í summar og spældu tveir venjingardystir móti Íslandi og verðu næstu uppgávurnar European Open í Svøríki komandi summar og EM-undankapping á heysti í 2026.