Grein/Suni Justinussen
Hvítusunnudag var eitt hátíðarhald í samband við, at Marius Jacobsen, mammubeiggi, hevur verið deknur í Leirvíkar kirkju í 50 ár.
Gerhard prestur segði nøkur góð orð í kirkjuni um dekna tænastuna hjá Mariusi, sum hann so trúfast hevur røkt øll hesi árini.
Í kirkjuni fekk Marius eina heilsan frá kirkjuráðnum, har tey takkaðu fyri hansara trúfesti í 50 ár. Hann fekk eina gávu handaða, ið var heldur serstøk. Talan var um ein vakran grindaknív, sum jú hóskar væl til hansara, tí hann eisini hevur røkt uppgávuna sum grindaformaður í eitt mannaminni, og er hann av spentastu grindamonnum, ið eg veit um.
At kirkjan var næstan líka full sum á jólaaftan, kom ikki óvart á meg. Tað eru mong í Leirvík, ið hava notið gott av trúfestinum hjá Mariusi øll hesi árini. Tað er bæði til vanligar gudstænastur, høgtíðir, vígslur, jarðarferðir og annað. Tað eru mong í bygdini, ið eru takksom fyri tað, ið Marius hevur verið fyri tey, m.a. tá ið tungar løtur hava verið og deyðin hevur vitja.
Eftir kirkjugongdina bjóðaði kirkjuráðið øllum til døgurða í bygdarhúsinum, har talur vórðu hildnar, og ein sangur, yrktur av Árna Jacobsen, varð sungin í samband við hátíðarhaldið. Tað var hugaligt, at uml. 140 fólk møttu til hesa løtu.
Summi vilja vera við, at trý ættarlið í Leirvík biðja ”Faðir vár” við sama eyðmerkta tónalagnum hjá Mariusi, tí tey hava hoyrt hann biðið hesa bøn so ofta í kirkju, møti, ungdómsmøti og í sunnudagsskúlanum. Hetta sigur eisini nógv um hansara trúfesti í andaliga arbeiðnum.
Marius takkaði við eymjúkleika fyri heilsanirnar og takkaði til síðst fyri, at hann hevur kunna tænt sum deknur í øll hesi ár. Hann gav Gudi æruna fyri alt, tí hann veit at, ”Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir.”, sum tað stendur so væl í vers 1 í Sálma 127 í Gamla testamenti.
Hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum í dekna tænastuni og takk fyri títt trúfesti í øll hesi ár




Myndir: Suni Justinussen
