Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2022 20:45

Margháttlig støða tá B36 og Skála møttust í kvøld

Mynd: Ronnie Thomassen

Tað man sjálvdan um nakrantíð, verða hent áður í føroysku bestu deildini, at ein og sami dystur er leiktur á tveimum ymiskum vallum. Men tað var júst ta, sum hendi í kvøld, tá B36 tók ímóti Skála á einum upplýstum Tórsvølli.

Lat ta verða sagt beinavegin. Spenningur var eingin. B36 vann greitt 5-0 og liggur enn væl fyri at vinna 4. plássi, sum gevur evropæiska luttøku. Meðan Skála skal niður í næstbestu deildina at leika næsta ár.

Men tað sum fólk fara at minnast til júst hendan dystin er, at í 86. minutti, slóknaði ljósið á Tórsvølli. Tað gekk ein løta, men ljósini fingust ikki at lýsa aftur. Dómarin tók síðani avgerð sjálvsomu avgerð, at dysturin skuldi flytast, og minuttirnir sum restaðu í – áleið 5 minuttir, skuldu spælast á Ovara vølli.