Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2023 08:54

Mangt er, sum ikki er til…

Mynd: Bárður á Lakjuni

Lesarabræv

Mangt er, sum ikki er til…

…og mangt skal man hoyra, áðrenn av dettur oyra. Yvirskriftin í hesi grein á in.fo (viðfesta myndin) er villleiðandi, og innihaldið hevur ein eitt sindur negativan løddan tóna í støðum. Løgið, tá havt verður í huga, at tað er ein av okkara fremstu journalistum og viðmerkjarum, ið skrivar. Allarhelst hevur hann misskilt okkurt.

Vit í Fólkaflokkinum eru fullkomiliga samd um, at kvinnan skal upp í málið á Tingi. Sum Elsebeth, floksfelagin, fleiri ferðir so inniliga hevur sagt, so er alneyðugt, at okkara døtur kenna seg aftur í starvsheitunum. Jú, tað endaði við, at fleiri okkara ikki atkvøddu fyri uppskotinum, men grundin var so absolut ikki tann, at vit ikki ynskja at fáa kvinnuna inn í skipanina, tvørturímóti!

§1 í lógaruppskotinum sigur, at tá orðið løgtingsfólk og landsstýrisfólk verður nevnt KANN almenna heitið vera -maður ella -kvinna. Tað er i roynd og veru hetta KANN, sum spurningur varð settur við, og sum kjakið líkasum spratt úr. Vit ’starvsbrøður’ í Fólkaflokkinum, sum greinaskrivarin so fittliga nevnir okkum, ynskja, at KANN skal verða ER. Kvinna og maður – tað er tað.

Kjakið fór vítt og breitt – kanska ov vítt og breitt – og bleiv sera drúgt. Allarhelst ov drúgt. Tó, so ger tað, at kjak gerast drúgv, viðhvørt, at djúpri tankar og hugsjónir koma fram í ljósið – og tað er læruríkt. Tað stutta av tí langa er, at vit í Fólkaflokkinum ynskja kvinnuna fult og heilt inn í starvsheitini – lat ongan iva vera um tað!

Tað, sum eg eri stúrin um, er, at tað verður latið upp fyri sera víttgangandi hugsjónaðarliga tankanum, at tað finnast fleiri kyn enn kvinna og maður. Og sum ’deiggið’ varð elt í gjár, so kom meiri enn einaferð fram, at tað eru fleiri á okkara høga Tingi, sum hava ta hugsanina, at tað kunnu vera fleiri enn tvey kyn – ella at tað í hvussu er skal verða latið upp fyri hesi hugsjón í lógaruppskotinum. Jú, sannast má allarhelst, at mangt er, sum ikki er til. Tískil valdi millum annað eg fyribils at atkvøða ímóti. Og bara tí.