Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2022 16:15

Mánafiskur á Vísindavøkuni í Løkshøll 23. septembur

Mynd: Hav.fo

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august. Mánafiskur er sjáldsamur fiskur, sum viðhvørt sæst undir Føroyum um summarið og heystið.

Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september og høvuðsevnið í ár er Tíðarrák. Her verða framløgur, 20 í tali, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.

Sýningin hjá Havstovuni er í einum tjaldi uttan fyri Løkshøll, og umframt tjaldið hjá Havstovuni, er eisini eitt tjald, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.