Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2025 14:06

Mamma, ert tú komin

“Mamma, ert tú komin” er heiti á nýggju skaldsøguni, sum Ragnar Danielsen júst hevur latið úr hondum.

Ragnar er snillingur við orðum, og væl liggur fyri at skriva, so einki er at ivast í, at eisini hendan bókin verður verd at lesa. Helst fer hon at enda undir onkrum jólatræi í ár.

Fyrra bókin, sum Ragnar gav út í 2019, kallaðist “Nú fækkast tey á gomlu Stranda gøtu”, og Ragnar sigur, at hann hevur brúkt sama stíl í nýggju bókini. 

Høvuðspersónurin í “Mamma, ert tú komin” er fiktivur, men allir eldri strandingar kenna kulissurnar, sigur hann. Í bókini fylgja vit gerðum, tankum og kenslum hjá høvuðspersóninum frá tí, hann gongur í 5. flokki, til hann verður konfirmeraður.
Hvussu hann støðugt metir seg sjálvan, serliga við atliti til sínar javnaldrar, floksfelagar og onnur.
Vit fáa eisini eina lýsing av dagligdegnum og fólkum – bæði veruligum og fiktivum – í eini bygd á Skálafjørðinum seinast í 1960- og fyrst í 1970-árunum.

Bókin fæst í bókabúðunum og í Stranda Centrum.