Víkingur skrivar:
Víkingur og Niklas Viðoy Thomsen hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
30 ára gamli Niklas er hálvur dani og hálvur føroyingur, og hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í Danmark.
Í Føroyum hevur Niklas áður umboðað HB og AB í 2015 og 2016, meðan hann síðstu árini hevur spælt í donskum fótbólti. Eisini er hann skrásettur fyri tríggjar U21 landsdystir.
Við Niklasi er málmansposturin sostatt fulmannaður, og verður hann maðurin, sum skal kappast við Bárð um plássið millum málstengurnar.
Vit gleðast um at fáa Niklas í hópin og ynskja honum vælkomnum í Sarpugerð
