Eysturkommuna
Fríggjadagin var lítil hátíðarløta í býráðshúsinum í Norðragøtu, tá ið málningur av fyrrverandi borgarstjóranum, Jóhan Christiansen, var avdúkaður.
Tað var núverandi borgarstjóri, Per Martin Gregersen, saman við fyrrverandi borgarstjóranum, sum avdúkaðu prýðiliga málningin, ið nú er komin upp at hanga í býráðssalinum.
Málningin hevur listamaðurin Livar Nysted málað.
Jóhan Christiansen var fyrsti borgarstjóri í nýggju samanløgdu kommununi, eftir at Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna vórðu lagdar saman tann 1. januar 2009, og blivu til Eysturkommunu. Har sat hann 12 ár sum borgarstjóri.
Deil á Facebook