Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.05.2023 21:00

Málningur av Jógvani á Lakjuni avdúkaður í Løgtingshúsinum 

Mynd: Løgtingið

Í gjár varð málningur av Jógvani á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformanni, avdúkaður í Løgtingshúsinum.

Listamaðurin Sámal Toftanes málaði málningin undir fyrru setuni hjá Jógvani, sum var árini 2015-2019. Jógvan var eisini tingformaður árini 2019-2022.

Tað var ein hátíðarlig og hugnalig løta, har familjan hjá Jógvani, politikarar og starvsfólk í Løgtinginum vóru komin saman.

Bjørt Samuelsen, Løgtingsforkvinna, segði nøkur orð, Bárður á Lakjuni sang og spældi nøkur løg og Jógvan helt eina takkarrøðu við hugleiðingum um eitt drúgt politiskt lív. Endað var við at syngja “Boðar tú til allar tjóðir” eftir Jóannes Patursson.

Í Løgtinginum hanga nú málningar av øllum teimum, sum verið hava tingformenn síðani Stýrisskipanarlógin varð samtykt í 1995.