Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2025 18:28

Málningaframsýning við Jóruni Pólsdóttir

Fernisering verður sunnudagin 25. mai kl. 15.00, við framførslu frá gospelkórinum Lanterna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Framsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum frá 25. mai til 15. juni.

Jórun, sum er búsitandi í Fuglafirði, er lívfrøðingur og hevur skrivað bókina ’Fuglar okkara’ saman við Silasi Olofson. Eisini er hon tónleikari og kórleiðari. Íblástur til myndaevni í framsýningini eru alskurin fuglar, fólk og heimalív. Málningarnir eru akvarellir, har ofta verður spælt við bjartar litir til myndaevni, sum eru til at kenna aftur.

Ribarhús hevur opið frá 10-17.30 gerandisdagar og leygardag frá kl 10-14.