Mynd: Málningur, Hilmar J. Højgaard
Hilmar J. Højgaard hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík 3. – 7. Mars 2023. Hilmar hevur í nógv ár málað náttúrumálningar við motivum úr øllum Føroyum. Málningarnir lýsa náttúru, mentan, bygdir og býir í Føroyum. Eisini hevur hann drúgvar royndir við at mála bíbilsk motivir.
Hilmar er ættaður úr Rituvík og býr nú í Saltnesi. Hilmar byrjaði at mála sum 17 ára gamal. Hann hevur í fleiri umførum verið á listaskeiði í Holbæk. Hilmar hevur haft fleiri listaframsýningar í Føroyum, Danmark og Íslandi.
