Víkingur skrivar:
Tað var ein kensluborðin løta, áðrenn dysturin í dag varð bríkslaður í gongd, tá Víkingur nýtti høvi til at heiðra Maibritt Olsen, sum hevur valt at seta gaggurnar á hillina eftir nógv ár í bestu fótbóltsdeildini í Føryoum.
Maibritt er júst blivin 41 ár, og hóast hon er uppvaksin á Toftum, so hevur hon spælt við GÍ og Víkingi síðani 2005. Maibritt hevur síðani 2007 verið burtur frá fótbóltinum vegna barnsburð í trimum førum, men síðani 2018 hevur hon spælt fast við besta liðnum hjá Víkingi. Eisini hevur hon uppliva tað serstaka, at spæla saman við elstu dóttrini Eydnu.
Síðani 2021, tá ið vit aftur fingu sjálvstøðugt lið í Betri deildini, hevur Maibritt verið liðskipari, og ein fyrimynd fyri okkara ungu leikarar. Maibritt hevur gingið á odda og víst, at hóast krøvini til at spæla fótbólt á hægsta stigið í Føroyum eru hækkaði nógv seinastu árini, so ber tað væl til, so leingi sum viljin og hugurin eru til tað. 182 dystir eru tað blivnir til fyri besta kvinnuliðið hjá GÍ og Víkingi.
Seinasta hálva árið hevur Maibritt verið rakt av ymsum skaðum, og tí hevur hon tikið avgerðina at steðga við fótbóltinum á hægsta stigið.
Takk fyri títt stóra íkast og trúfesti Maibritt. Tú verður saknað á vøllinum, men vit vóna sjálvandi at síggja teg í øðrum leikluti í felagnum framyvir.