Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2023 23:11

Magnus Á Stongum ársins herðaklapp 2023

Borgarstjórin og varaborgarstjórin í Sunda kommuna og Magnus Á Stongum (Mynd: Sunda kommuna)

Mentarnardagar eru í Sunda kommunu í hesum døgum og setanin var í kvøld.

Sum vanligt, so varð eisini ársins herðaklapp handað persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt sjálvboðið arbeiði til gagns fyri fólkið í økinum.

Í ár fekk 73 ára gamli Magnus Á Stongum væl uppiborna heiðurin fyri sítt áhaldandi og savnandi arbeiði at knýta EB og Streym saman í 90’unum. Hann hevur verið virkin í nógv ár sum venjari, nevndarlimur, sjálvboðin lækni og mangt annað. Út yvir tað hevur Magnus verið virkin í Norðljómi og Eiðis Ljómfelag í nógv, nógv ár, sigur Sunda kommuna.