Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.01.2023 17:26

M/S Bakkafossur – Ein bátur í heimsflokki! (Myndir)

Myndir: JÓK/Eysturoyarportalurin

Tað var hátíðarligt og stórfingið í dag, tá nýggjasti báturin í flotanum hjá Bakkafrost legði at bryggju á Glyvrum. Ein bátur í heimsflokki við allari tí nýggjastu tøknini, sum er á marknaðinum, var komin til landið.

Nógv fólk var møtt upp á bryggjuni – bryggjuni, sum í dag eisini var alment tikin í nýtslu, og sum var gjørd júst til M/S Bakkafoss. Eitt tal á umleið 1.000 fólk var nevnt. Møguliga var tað nakað meira enn tað.

Tað var Annika Frederiksberg, sum doypti skipið. Eftir stórsliga fýrverkið, var farið inn, har Oddvør Jacobsen bjóðaði vælkomin. Síðani helt Regin Jacobsen eina røðu. Eftir tað var tað Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum helt røðu. Nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen helt eisini røðu eins og til endans var tað borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum endaði við eini mergjaði røðu.

Eftir hetta, var tað møguleiki hjá almenninginum at fara umboð á M/S Bakkafoss, at síggja stásliga skipið. Eisini var opið hús, har fólk kundu fara inn á sjálvt virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost, at fáa sær ein bita og síggja umstøðurnar á virkinum.

Eysturoyarportalurin var á staðnum og tók myndir av stóra degnum.