Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2025 11:55

Lýsing eftir umsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti (Calanus finmarchicus)

Mynd: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kunning í samband við, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið lýsir eftir umsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti (Calanus finmarchicus)

Havstovan mælti fyri nøkrum árum síðan til at loyva royndarfiskiskapi eftir reyðæti (Calanus finmarchicus) í tí djúpa rákinum í Bankarennuni. Talan er um reyðæti, sum um heystið og veturin verður ført við tí djúpa rákinum norður ígjøgnum Bankarennuna og síðan spjaðist vestureftir.

Vísandi til tilmælið frá Havstovuni vórðu í 2020 givnar fimm tilsagnir um royndarveiðu eftir reyðæti. Tilsagnirnar, sum vórðu latnar í 2020, vóru galdandi til á vári 2025 og eru tí gingnar út.

Síðan tilsagnirnar vórðu givnar, hava feløgini á ymsan hátt fyrireikað og gjørt royndir at fiska reyðæti. Higartil er samlaða nøgdin, sum er fiskað av reyðæti, avmarkað. Royndirnar hava tó víst, at reyðæti er á djúpum vatni í Bankarennuni, og minni nøgdir eru eisini fingnar til høldar. 

Havstovan hevur gjørt og ger framhaldandi kanningar av reyðæti í Bankarennuni og mælir framvegis til, at veiðast kunnu 120.000 tons árliga av hesum tilfeingi. Samstundis er stórur áhugi hjá vinnuni at fara undir royndarfiskiskap eftir reyðæti. 

Við støði í hesum er gjørt av at lýsa eftir umsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti í Bankarennuni. Í hesum sambandi hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyrireikað lýsing og oyðublað at nýta hjá teimum, sum hava áhuga at fara undir royndarveiðu eftir reyðæti í Bankarennuni. 

Nærri kunning og oyðublað at nýta í samband við umsókn um royndarveiðu eftir reyðæti er at finna her:

Leinki til nærri kunning:

Leinki til oyðublað: