Seinnapartin í dag misti ein bilur tveir tangar við fiskalýsi á høvuðsvegin tætt við Effostøðina og sløkkiliðsstøðini í Leirvík.
Lýsið endaði meginpartin á vegnum niðanfyri sjálvan høvuðsvegin, á vegnum til sjálva sløkkiliðsstøðina, meðan nakað av lýsinum eisini rann á sjógv.
Onnur vegbreytin var stongd fyri ferðslu eina løtu, meðan vegurin var ruddaður og vaskaður.
Myndir: Eysturoyarportalurin






