Mynd: NSÍ
NSÍ og Betuel Hansen hava í dag longt samstarvið við 2 árum.
Bethuel er ein av royndu leikarunum hjá NSÍ hóast hann bert er 25 ára gamal og fer tískil at verða ein av leikarunum, sum fer at hjálpa NSÍ at vinna seg aftur í bestu deildina.
Hann hevur umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum, spælt yrkisfótbólt uttanlands og sambært Faroesoccer hevur hann spælt 176 dystir fyri besta mansliðið hjá NSÍ.
Deil á Facebook