Løgtingið
Heimasíða Løgtingsins hevur nú fingið eina lesifunku, sum ger tað møguligt at fáa tekst av heimasíðuni upplisnan. Hetta er serliga ætlað fólki við lesi- og skrivitrupulleikum, og av fólki við sjóntrupulleikum. Harumframt hevur lesifunkan týdning fyri borgarar, sum hava føroyskt sum annaðmál.
Ein lesifunka sum hendan ger skrivligt tilfar betur atkomuligt. Hon tryggjar, at allir borgarar hava betri møguleika at fáa atgongd til kunning og politiskt tilfar, óansæð lesiførleika. Hóast eingi ítøkilig hagtøl finnast, so verður mett, at umleið 20% av landsins borgarum fara at fáa gagn av hesi lesifunktiónini.
Tað var á sumri í 2023 at formansskapurin avgjørdi at gera ítøkilig átøk, fyri at bøta um atkomuviðurskiftini í tinginum. Les meir her.
Í januar mánaði varð harumframt nýggja lyftan til Løgtingsins røðarapall tikin í brúk. Hetta ger, at øll, eisini fólk í koyristóli, hava møguleika at taka orðið á tingsins røðarapalli – har fólkaræðið verður framt í verki.
Sí innslag úr Degi&Viku her.
