Hondbóltssamband Føroya
Við 25-23 sigrinum á Kosovo í gjár er greitt, at Føroyar hava vunnið seg til EM-endaspælið, sum verður leikt í Noreg, Svøríki og Danmark. Lutakastið verður longu komandi hósdag tann 15. mai kl. 18.00, føroyska tíð, í Herning Kongresscenter.
Hóast undankappingin ikki er liðug enn, er tað bert ein spurningur, hvørt Føroyar gerðast nummar 1 ella 2 í bólkinum. Hetta hevur tó týdning í mun til lutakastið til endaspælið, tí Føroyar kunnu enda í bæði potti 2, 3 ella 4, hetta alt eftir hvørt Føroyar gerðast nummar 1 ella 2 í bólkinum, og hvussu úrslitini annars hátta seg í hinum bólkunum. Styrkismetingin kemur at byggja á hesa undankappingina og so úrslitið av endaspælinum í 2024.