Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.04.2026 21:29

Lutakastið til European Open 2026

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 29. juni til 3. juli í Gøteborg.

20 lið luttaka í kappingini og verður leikt verður í 4 bólkum við 5 liðum í hvørjum. Lutakastið háttaði seg soleiðis:

Bólkur 1: Ungarn, Kroatia, Kekkia, Ísland, Litava
Bólkur 2: Spania, Niðurlond, Serbia, Føroyar, Georgia 
Bólkur 3: Frakland, Svøríki, Rumenia, Slovakia, Finnland
Bólkur 4: Týskland, Sveis, Noreg, Portugal, Turkaland

Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av stóru tjóðunum eru við. Liðini nr. 1 og 2 koma víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan restin av liðunum spæla um plaseringarnar frá 9 – 20.