Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.04.2024 08:39

Lutakast á Djúpumýru mikukvøldið

Fyrsta umfar í ársins steypakapping hjá kvinnum verður spælt hósdagin 9. mai - Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Í annaðkvøld, mikukvøldið 17. apríl verður greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.

Glasstovan við vøllin á Djúpumýru í Klaksvík verður í annaðkvøld, mikukvøldið 17. apríl, karmur um lutakastið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum.

Í hálvleikinum í dystinum millum KÍ og NSÍ, sum byrjar klokkan 19:45, verður farið undir lutakastið, ið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Fyrsta umfar verður spælt hósdagin 8. mai, fjórðingsfinalurnar eru á skránni 12. juni, og síðani vera hálvfinalurnar spældar 27. august og 25. september.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.