Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.01.2023 13:01

Loksins kom svar frá Forsvarskommandoen um NATO flúgvingina

Mynd: Mortan Mortensen

Tann 16. januar í ár, skrivaði Eysturoyarportalurin um, at NATO flogfør vóru aftur at síggja í føroyskum loftrúmið. Hesuferð sá tað tó eitt sindur øðrvísi út, við tað, at eitt MMF26 flogfar hjá NATO var fylgt av fýra jagaraflogførum.

Vit settu okkum beinanvegin í samband við Artisk Kommando og Forsvaret í Danmark. Men hóast vit ryktu eftir svarið, so fingu vit ongantíð nakað at vita frá teimum.

Men tann 20. januar, fýra dagar eftir hendingina, visti miðilin JN.fo at siga, at Høgna Hoydal segði, “at talan var um fimm flogfør, sum komu úr Noregi og vóru á veg til Keflavíkar, har tey næstu tíðina skulu hava eftirlit við og vaktarhald í íslendskum loftrúmi samsvarandi avtalu millum Ísland og NATO hesum viðvíkjandi. Ein røð av NATO-limalondum skiftast um at hava flogfør í Keflavík í styttri tíðarskeið í senn.”

Men í morgun, also 15 dagar eftir at vit spurdu fyrstuferð, hevur Forsvaret sent Eysturoyarportalinum svar um hendingina. Men tað er tó ikki nógv vit fáa at vita. Í stuttum telduposti verður sagt:

Forsvarskommandoen har ingen kommentarer til den pågældende flyvning.

Generelt kan det dog siges, at allierede nationer har tilladelse til at overflyve dansk/færøsk territorie i forbindelse med transport fra et punkt til et andet eller i forbindelse med individuel træning.

Sostatt fáa vit ikki at vita frá danskari síðu, hvat tað var, sum hendi uppi yvir okkum tann 16.januar, hóast tað sum uttanríkis- og vinnumálaráðharrin Høgni Hoydal hevur sagt má takast fyri fult.